 
                
                        
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sína størstu uppgávu nakrantíð á skránni í januar. Kring jólini og fram til 11. januar hevur liðið nógva tíð saman, men áðrenn tað er tað bert hendan vikan.
Hópurin savnaðist í Høllini á Hálsi í dag, har venjaratoymi fyrst hevði eitt upplegg fyri spælarunum. Síðani var ein løtt venjing á skránni í høllini.
Føroyska liðið er saman í hesari vikuni. Fríggjamorgunin ferðast hópurin til Íslands, har spælt verður fríggjakvøldið klokkan 19.30 og síðani aftur leygardagin klokkan 17.30.
Elias Ellefsen á Skipagøtu bergtekur hondbóltsevropa fyri Kiel í Champions League. Føroyski spælarin var í dysti í Bundesliguni í dag, har hann skoraði fimm mál í tryggum sigri hjá Kiel.
Systkinabarnið Óli Mittún gjørdist dagsins maður fyri IK Sävehof, sum vann greitt í bestu svensku deildini í dag. 18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði heili tólv mál í dag.
Harvið vóru teir báðir ikki við til fyrstu venjingina. Tað vóru Kjartan Johansen, Pætur Mikkjalsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu heldur ikki - eisini orsakað av dystum.
Strikuspælararnir Teis Horn Rasmussen og Helgi Hildarson Hoydal sótu uttanfyri við snuddum.
Sí myndir frá venjingini í kvøld:
- 
            
                  Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen 
- 
            
                  Jónas Gunnarson Djurhuus 
- 
            
                  Niclas Selvig, Helgi Hildarsson Hoydal og Teis Horn Rasmussen 
- 
            
                  Allan Norðberg 
- 
            
                  Tróndur Mikkelsen 
- 
            
                  Julian Johansen og Peter Bredsdorff-Larsen 
- 
            
                  Jóngerð Nielsen, liðleiðari 
- 
            
                  Ísak Vedelsbøl og Tróndur Mikkelsen (Mynd: Sverri Egholm) 
- 
            
                  Hákun West av Teigum 
- 
            
                  Allan Norðberg 
- 
            
                  Peter Bredsdorff-Larsen 
- 
            
                  Vilhelm Poulsen 
- 
            
                  Pauli Mittún 
- 
            
                  Rói Berg Hansen 
- 
            
                  Vilhelm Poulsen 
- 
            
                  Tróndur Mikkelsen, Pauli Mittún og Ísak Vedelsbøl (Mynd: Sverri Egholm) 
- 
            
                  Ísak Vedelsbøl 
 
    
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald