Hondbóltur

Myndir: Føroyingarnir hjá Vali vístu seg væl fram í sigri á H71

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg skoraðu samanlagt 13 mál, tá íslendsku meistararnir vunnu 31-27 á føroysku meistarunum. Sí myndir frá seinasta dystinum í Wenzel Nordic Cup.

Bjarni í Selvindi var flúgvandi í løtum: 24-ára gamli skálamaðurin skeyt átta mál í sigrinum á H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni í Selvindi var flúgvandi í løtum: 24-ára gamli skálamaðurin skeyt átta mál í sigrinum á H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-16 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu løtuna tók Björgvin Páll Gústavsson øll skotini hjá H71, og hetta gjørdist kanska áleið samanlagdi munurin.

H71 spældi ikki sín besta dyst, men føroyameistararnir fingu skjótt lív í dystin móti Vali.

Valur var tó allatíðina frammanfyri, og tað var millum annað føroyingunum at takka.

Bjarni í Selvindi vísti sínar dygdir í skotum og spæli annars við átta málum. Skálamaðurin var javnsettur toppskjútti og var sterkur móti millum annaðsystkinabarninum Sofus í Selvindi Nattestad, sum nú spælir fyri H71.

Hin Valur-spælarin, sum er uppvaksin í StíF skoraði fimm mál. Allan Norðberg var tryggur og eisini stinnur í verjuni.

Samanlagt 13 mál hjá føroysku landsliðsspælarunum hjá Vali, royndi málverjin hjá liðnum tók framhaldandi síni skot, og so var tað ikki nóg mikið at H71 serliga fekk strikuspælið at rigga: Helgi Hildarson Hoydal varð toppskjútit við átta málum.

Ein fínur dystur millum føroysku og íslendsku meistararnar. Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder