Fótbóltur

Myndir: Føroyskur tíðindafundur og venjing í Cluj

Rumenia (Portalurin) - Lars Olsen fekk fleiri spurningar frá rumensku tíðindafólkunum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-25 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið kom fyrr í dag til Cluj-Napoca. Býurin, ið er tann fjórðstørsti í Rumenia, liggur í Norður-vestara parti av landinum. Eftir eina løtu á gistingarhúsinum gekk túrurin til Dr. Constantin Radulescu, ið er heimavøllur hjá CFR Cluj. Tað er ein ávis sjarma yvir leikvøllinum, har tað eru pláss fyri 23,500 áskoðarum.

Á tíðindafundinum fekk Lars Olsen nógvar spurningar frá rumensku tíðindafólkunum, ið vóru rímiliga nógv í tali. Serliga varð spurt um, hvussu landsliðsvenjarin sá uppá rumenska liðið. Tò spurdu teir eitt sindur um føroyska liðið, og um Kaj Leo í Bartalsstovu sum spældi í Rumenia fyrra hálvárið í 2016.

Venjarin hjá Føroyum byrjaði við at siga, at talan var um tvey lið, ið vóru vónbrotin eftir 2-1 ósigrar leygarkvøldið. Lars Olsen helt, at Rumenia hevði spælt ein góðan 2. hálvleik í Svøríki, har áleyparin Claudiu Keseru kom inn og gjørdi mun. Spurdur um støði hjá rumenska liðnum, metti Lars, at talan var um eitt lið sum lá í miðjuni í evropeiskum fótbólti.

Føroyar leiktu móti Rumenia í seinastu EM-undankapping. Fyri fýra árum síðani tapti føroyska liðið 1-0 í Rumenia (Keseru var málskjútti) Lars Olsen vísti á, at talan var um eitt gott avrik føroyskt avrik tá, men nú er talan um eitt ørvísi rumenskt lið.

Føroyska liðið vandi ein tíma. Dysturin í morgin byrjar klokkan 19.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder