
Amsterdam, Niðurlond (Portalurin): Eingin felags bussur men so hvørt komu lítilir bólkar av spælarum við hýruvognum.
Teir verða sjálvandi stórliga fagnaðir eftir flotta avrikið seinnapartin. Sigurin á Niðurlondum sendi Føroyar upp á 1. plássi í bólkinum.
Upp móti 1.000 føroyskum fjepparum gjørdu sítt við at gera Topsportcentrum til ein villan heimavøll fyri føroyingar.
Sí myndir frá føroyska fagnaðinum í høllini her
Sí eisini - video:
Elias á Skipagøtu: - Fara eftir at vinna teir báðar seinastu dystirnar í bólkinum eisini
Ísak Vedelsbøl: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar her
Pauli Jacobsen: - Dagsins spælari var rørdur eftir dystin
Á "føroyska fjepparagistingarhúsinum" er felagssangur og annars føroyskur tónleikur úr hátalaranum. Park Inn Radisson í niðurlendska høvuðsstaðnum er nú karmur um eina føroyska fólkaveitslu, ið helt heldur á eina løtu afturat.
Sí nakrar myndir her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald