Fótbóltur

Myndir: Fyrsta venjing í Kekkia

Allir í hópinum, fyriuttan Gilli Rólantsson, vandu fult í kuldanum. Sí myndir.

Andrias Edmundsson fremst í upphitingarøvilsi (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson fremst í upphitingarøvilsi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Føroyska A-landsliðið hjá monnum vandi seinnapartin á einum vølli nærhendis gistingarhúsi sínum í Brno.

Hesin venjingarvøllurin í næststørsta býnum í Kekkia hevði eitt undirlag, ið ikki var nakað av reypa av.

Talan gjørdist tó um eina venjing á 90 minuttir við góðum inntensiteti, har fokus í pørtum av venjingini var á verjuspæl og presspæl.

Allir 23 spælararnir vandu fulla venjing. Ein leikari, ið er úttikin, var ikki til staðar. Talan er um Gilla Rólantsson, sum í gjár spældi 77 minuttir fyri Odds BK í bestu norsku deildini. Hann kemur fram til Kekkia í kvøld.

Føroyska liðið venur aftur í morgin og spælir móti Kekkia mikudagin klokkan 17.

Hópurin: 
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

Mikudagin 16.11 kl. 17: 
Kekkia - Føroyar (Venjingardystur)

Leygardagin 19.11 kl. 18: 
Kosovo - Føroyar (Venjingardystur)


Sí myndir niðanfyri, ið Sverri Egholm tók til venjingina: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder