Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Føroyska A-landsliðlð hjá monnum hevur havt sína fyrstu venjing í Aserbadjan fram ímóti dystinum leygarkvøldið. Venjingin var í útjaðaranum í Baku; nakað burtur frá glæsiliga miðbýnum.
Vøllurin var góður, og lagið var gott, tó tað var eitt kalt lot. Tó ikki nakað óvanligt fyri føroyingarnar. Tað snúði seg um at fáa longu ferðina úr beinunum, og tað varð ikki koyrt nógv á leikararnar. Tað kom tó inntensitetur á í dystinum millum teir eldru og teir yngru, har teir eldru vunnu 2-1.
Undan dystinum var taktisk venjing eina løtu, har dentur varð lagdur á verjupartin. Liðið var sett upp í somu leikskipan sum seinast, har var tó eingin áleypari; Klæmint A. Olsen og Jákup L. Thomsen vóru fyri seg sjálvar og skutu uppá mál. Tað er sannlíkt, at Klæmint byrjar inni, nú Jóan Símun Edmundsson og Finnur Justinussen eru skaddir. Tað sær út sum, at Sølvi Vatnhamar, ið er við aftur eftir skaða, avloysir leikbannaða René Shaki Joensen.
Brandur H. Olsen vandi ikki við seinastu løtuna, tí hann hevur trupulleikar við tánni. Sonni Ragnar Nattestad gavst stutt áðrenn venjingina orsakað av knænum. Tað tykist tó eingin vandi fyri, at teir ikki verða tøkir leygardagin.
(Føroyska uppstillingin sær í løtuni soleiðis út (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint A. Olsen)
Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen, Hallur Hansson og Atli Gregersen
Lars Olsen, landsliðsvenjari
Hans Erik Danielsen og Andrass Thomsen, FSF
Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad
Jóannes Bjartalíð og Odmar Færø
Árni Frederiksberg
Kristian Joensen og Gunnar Nielsen, málverjar
Kristin Dam Ziska, Bárður Lava Olsen og Andrass Thomsen, FSF
Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson
Heini Vatnsdal
Hallur Hansson og Viljormur Davidsen
Magnus Egilsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald