2018-10-27 19:35
HB hevur sett eitt sera flott met í stigum í ár. Liðið hjá Hemiri Guðjónssyni vann aftur í dag og kom harvið uppá heili 73 stig.
HB vann í dag 2-1 á Víkingi í Gundadali. Víkingur kom á odda beinanvegin, men sera sigandi fyri kappingarárið skoraði HB tvær ferðir seinastu minuttirnar.
Eftir dystin var FM-rómur í Gundadali, tá gullkrónurnar og steypið varð handað. Eitt ógvuliga uppiborið og flott FM til mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti.
HB - Víkingur 2-1 (0-1)
0-1 Gunnar Vatnhamar
1-1 Adrian Justinussen (br)
2-1 Niklas Kruse
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald