Tað kom bara eitt mál í vinardystinum millum Føroyar og Andorra, sum í kvøld var leiktur á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar.
Hetta er seinni dysturin millum hesi bæði liðini seinastu dagarnar. Fyrri dysturin varð leiktur í Klaksvík leygardagin, og tá var føroyska liðið greitt omaná og vann 3-1.
Í dag var meira javnt, og vit skulu vera glað fyri at Andorra ikki fekk bóltin í netið. Møguleikarnir vóru har.
Einsamalla málið í dag skoraði Sanna Svarvadal tá 77 minuttir vóru leiktir, og hetta er samstundis fyrsta málið, hon skorar fyri føroyska landsliðið.
Kvinnulandsliðið skal aftur í eldin í september, tá Ukraina og Skotland eru á vitjan í HM-undankappingardysti.
Føroyar - Andorra 1-0 (0-0)
77' Sanna Svarvadal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald