H71-kvinnurnar skulu seinnapartin í morgin í eldin. Mótstøðan er serbiska ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er fjórðfremst í bestu serbisku deildini.
Hetta er fyrra áttandapartsfinalan millum liðini í EHF Europa Cup-kappingini, og dysturin byrjar klokkan 17:30 í morgin, føroyska tíð.
Returdysturin verður um eina vikum, tá liðini møttast aftur í Føroyum. Tað verður sunnudagin klokkan 14 í Høllini á Hálsi í Havn.
Hoyvíkskvinnur høvdu í dag sína seinastu venjing áðrenn dystin í morgin. Sí myndir, sum H71 hevur tikið, niðanfyri.
Dysturin í morgin kl. 17:30 sæst ókeypis her. Leinkja verður eisini at finna á forsíðuni á Portalinum í morgin seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald