Tað bleiv til ein tilsamans 25 málssigur hjá hoyvíkskvinnum í teirra fyrstu roynd í Europa Cup.
Í gjár vunnu tær 43-26 ímóti norðurmakedonsku WHC Cair-Skopje, og í dag gjørdist støðan 35-27.
Av tí at samanlagdi sigurin ongantíð var í vanda, fingu fleiri nýggir og ungir spælarar møguleikan hjá H71. Støðan var 18-12 í hálvleikinum, men eitt viknað H71-lið gav norðurmakedonsku kvinnum eina vón um eitt gott úrslit, og tær ótu seg spakuliga fram á hoyvíkskvinnur. Tá støðan var 23-22 valdi venjarin at gera nakrar broytingar, so sigurin ikki kom í vanda.
Tað gjørdi beinanvegin mun, og tað endaði við einari átta málsleiðslu til H71. 35-27.
Samlað vann H71 78-53.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald