Fótbóltur

Myndir: Ítróttarhúsið í Fuglafirði tikið í nýtslu

Dyrnar vóru seinnapartin latnar upp fyri øllum áhugaðum. Nú eru fuglfirðingar teir, sum hava millum bestu umstøður í landinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-10 20:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði í Fuglafirði var í dag klokkan 16 handað.

Heilt nógv fólk vóru komin saman á vøllinum til kaffi og kaku, og ikki minst at síggja nýggja húsið. Niðasta hædd er nú liðug, og seinnapartin varð snórurin kliptur, og fólk sluppu inn í húsið hjá ÍF, sum seinastu tvey árini hevur húsast í bingjum omanfyri vøllin.

Vit tóku nakrar myndir í Fuglafirði seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder