
Kaunas, Litava (Portalurin): Tað er sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð, at føroysku kvinnurnar skulu gera arbeiði liðugt í Kaunas-økinum.
Føroyar hava eina tíggju-máls leiðslu við til Litava. HM-plássið er harvið nær við.
Eftir venjing í Hoyvík fyrr í dag fór hópurin vestur á flogvøllin. Beinleiðis túrur var til Litava, har fjepparar og familja eisini var við - samanlagt eini 75-80 fólk í tali.
Hópurin er júst komin á gistingarhúsið. Eftir hvíld er venjing og annars fyrireiking til at taka seinasta fetið í morgin.
Súna Krossteig Hansen var rakt av sjúku mikudagin. Hon er komin fyri seg og er við í hópinum í Litava.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald