Teir á norska liðnum Drammen, sum vóru á vitjan í Høllini á Hálsi í kvøld fingu sær ein hvøkk, tá H71 hevði heimavøll í fyrra Europa Cup-dystinum ímóti hesum liði.
Undan dystinum væntaði man ikki tað heilt stóra av heimaliðnum, hoyvíkingum, men teir vístu ein øgiligan stríðsvilja sum bar langt.
H71 fekk eina dreyma byrjan og var á odda 5-1 tá eitt korter varð leikt. Drammen kom spakuliga í gongd, og støðan í hálvleikinum var 10-10.
Í seinna hálvleiki byrjaði orkan spakuliga at ganga undan, men munurin endaði við bara at vera tvey mál við úrslitinum 22-24.
Returdysturin millum H71 og Drammen HK verður í Drammenhøllini næsta sunnudag.
Fyrr í kvøld vunnu kvinnurnar hjá H71 sannførandi 43-26 ímóti mótstøðu úr Makedonia. Returdysturin verður í morgin klokkan 18 í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald