Vegna seinkingar í flogferðsluni í gjár og er THW Kiel ikki komið landið, og teir hjá Vali og GOG vóru seinkaðir.
Harvið var bert ein dystur hetta hóskvøldið, heldur enn teir, og Óli Mittún skoraði beint eftir klokkan 20 fyrsta málið í Wenzel Nordic Cup.
Hvirluvindurin úr Hoyvík var støðug hóttan hjá Vali og skoraði níggju mál - bert níggi sveisisiki spælarin hjá GOG Manuel Zehnder skoraði fleiri mál (12)
Danska liðið skoraði 21 ferðir fyri steðgin, íslendsku meistararnir byrjaðu betri eftir steðgin, men at enda noyddust Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir at sanna, at GOG var sterkari.
Sí myndir frá dystinum, sum Jens Kr. Vang tók, niðanfyri.
Dystir í morgin:
18:00 Valur-THW Kiel
20:00 H71-GOG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald