Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Tað var væl lýggjari í veðrinum enn í gjár, tá føroyska liðið í morgun vandi beint við stóra leikvøllin, har spælt verður leygarkvøldið.
Sum venjingin leið kom nakað av vindi, og føroyingarnir fingu eina góða venjing at koyra, har millum annað tað álopskenda varð fínpussað, og veruligur inntensitetur kom á móti endanum av venjingini.
Har var ikki so nógv nýtt, men leikarar og venjarar vóru væl nøgdir við venjingina, hóast vøllurin ikki var tann besti. Bólturin hoppaði millum annað nakað nógv á undirlagnum.
Føroyska liðið hevur seinastu venjingina undan dystinum í annaðkvøld. Dysturin verður leiktur leygardagin klokkan 17:00 føroyska tíð.
Gilli Rólantsson (Mynd: Sverri Egholm)
Tróndur Arge, FM1
Sølvi Vatnhamar (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi Baldvinsson (Mynd: Sverri Egholm)
Klæmint A. Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
Sonni Ragnar Nattestad (Mynd: Sverri Egholm)
Kaj Leo í Bartalsstovu (Mynd: Sverri Egholm)
René Shaki Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
Tróndur Arge, Kristin Dam Ziska og Agnar Frederiksen
Elmar Ósá, lækni, og Álvur Hansen, fysioterapeut, og Andrass Thomsen, samskipari í FSF (Mynd: Sverri Egholm)
Atli Gregersen og Jóannes Bjartalíð
Odmar Færø (Mynd: Sverri Egholm)
Leivur Frederiksberg og Ragnar Jacobsen, KVF
Hans Erik Danielsen, miðlafólk hjá FSF, Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Kristin Dam Ziska, varðaaðalskrivari í FSF (Mynd: Sverri Egholm)
Sølvi Vatnhamar, Jóannes Jacobsen hjálparvenjari, Klæmint A. Olsen og Teitur Matras Gestsson (Mynd: Sverri Egholm)
Agnar Frederiksen, Atli Gregersen, Lars Olsen og Ragnar Jacobsen
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald