Fótbóltur

Myndir: Nógvur peningur savnaður inn til Kane

Javnleikur í væleydnaða fjepparadystinum á Malta. Endamálið var at savnað pening inn til 6 ára gamla Kane.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-11-19 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt samdøgur frammanundan dystinum í Nations League millum Føroyar og Malta leiktu londini fjepparalandsdyst. Tað var South End Core, ið hevði bjóðað Skansanum av.

Endmálið var at savna pening inn til 6-ára gamla fótbóltsfjepparan Kane. Hann hevur krabbamein, og familjan hevur ikki ráð til viðgerð, so fótbóltssamfelagið á Malta hjálpir til.

Hetta eydnaðist væl í kvøld; beint omanfyri 2000 evrur (15.000 krónur) komu inn. South End Core setti sín dám á við trummu og trompet og rópi og teir áleið 70 føroysku áskoðarnir gjørdu sítt til. Kane slapp sjávur at seta dystin í gongd.

Á graslíkisvøllinum gjørdist eisini talan um ein fínan dyst. Á føroyska liðnum vóru millum annað nakrir leikarar út bestu og næstbedtu deildini. Malta kom á odda beinanvegin í 2.hälvleiki, og eftir at eyðsýndi Niklas Fríði Jacobsen úr Hoyvík javnaði, svarði Malta aftur beinanvegin, og sá út til at hava avgjørt dystin. Men so varð okkara egni Ari Av Rana, nýggi formaðurin í Undrinum, feldur av málverjanum í seinasta minutti. Klaksvíkinguri. Henry Heinesen var, sum ikki mikið einaferð, tryggur ellivu metrum.

Harvið javnleikur og eitt sera gott tiltak við góðum endamálið og huglagið.

Góðar 15.000 krónur vóru savnaðar inn til dystin.

Malta - Føroyar 2-2 (0-0)
1-0
1-1 Niklas Fríði Jacobsen
2-1
2-2 Henry Heinesen (br)

Dagsins leikari (valdur av leikarunum og fjepparum): Brian Hansen - málverji, formaður í EB/Streymi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder