Hondbóltur

Myndir: Skúlavitjan dagin eftir søguliga sigurin

Hondbóltslandsliðið vitjaði Lítla skúla í dag, har næmingar sungu, settu spurningar og fingu autografar. Í morgin gongur leiðin hjá føroyska liðnum til Montenegro.

Jana Mittún og Pernille Brandenborg í góðum lag - tosa og skriva autografar nakrar tímar eftir teirra stóra avrik móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og Pernille Brandenborg í góðum lag - tosa og skriva autografar nakrar tímar eftir teirra stóra avrik móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-09 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ikki nógvar tímar eftir sannførandi sigurin á Íslandi, var skúlavitjan á skránni hjá føroysku hondbóltskvinnunum.

Myndir: Seinasti dansurin hjá Bjartu við Tjarnir

Sí eisini: - Alt gekk upp í eina hægri eind

Ein slík vitjan er altíð partur av skránni hjá A-landsliðnum, og í dag stóð "Lítlskúli" fyri skotum. Næmingarnir, sum ganga har, sluppu at heilsa uppá føroysku kvinnurnar, sum skjótt aftur kunnu hugsa um endaspæl.

Hondbóltssambandið skrivar, at børnini sungu fyri teimum, spurningar vóru settir og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf frá kvinnunum. 

Sí myndir hjá HSF

Føroyska liðið hevur havt styrkivenjing í dag. Tíðliga í morginárini gongur leiðin til Montenegro - umvegis Keypmannahavn og Wien. Seinasti dysturin í hesari EM-undankappingini verður spældur í Podgoricia sunnudagin. 

Portalurin og FM1 vera við á ferðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder