Hondbóltur

- Alt gekk upp í eina hægri eind og deiligt at hinar tímdu at spæla til mín

Strikuspælarin og føroyski liðskiparin varð dagsins spælari í sigrinum á Íslandi. - Um man tekur alt við, men hetta vera tann besti undankappingardystir, vit hava spælt, staðfestir Pernille Brandenborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-08 21:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Kontraspælið koyrir, og vit skjóta væl - gott at man lurtar og tekur til sín onkutíð.

Pernille Brandenborg kundi stórfegnast og flenna eitt sindur eftir sær sjálvari eftir stóra avrikið hjá henni og liðnum.

Ein søguligur fimm-máls sigur á Íslandi, sum tryggjar føroysku hondbóltskvinnunum eitt søguligt triðja endaspæl á rað (við 99,9 prosent vissu sum nú er) Hetta kundi skýrast sum besti undankappingardysturin hjá liðnum frammanfyri "fantastisku áskoðarunum", staðfestir føroyski liðskiparin.

Sí eisini: Føroyar løgdu gestirnar á ís og skulu til enn eitt endaspæl

Pernille Brandenborg var eisini ein brandur: Vísti vegin fyri føroyska liðið við heili tólv málum - við tólv skotum. 100 prosen og nummar 18 skapti eina rúgvu av plássi til hinar og gjørdi lívið súrt hjá íslendska álopinum.

[object Object]Pernille Brandenborg stórfegnast eftir flotta mál hennara - stríðsmálið beint fyri steðgin. Ein góð mynd uppá hennara og føroyska avrikið 

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Hoyr samrøðuna við toppskjúttan og dagsins spælara ovast

Sí eisini: - Tað merkir bara meira at spæla fyri Føroyar (Video)

-------------------------------------------

----------------------------------------

EM-undankappingarbólkur 4, fimta umfar av seks
Mikudagin 8. apríl við Tjarnir
Føroyar - Ísland 35-30 (18-16)

Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 13-13
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 29-23
55 min: 32-27
60 min: 35-30

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Pernille Brandenborg 12 (av 12) - 
dagsins spælari
Jana Mittún 7 - flest upplegg við 7 
Rannvá Olsen 5 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12/30
Rakul Wardum 2/14

Støðan í bólkinum 

1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig *

* Ein dyst fleiri

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum

Portugal tekur ímóti Montenegro í morgin, hósdagin 9. apríl, klokkan 19. Tá kann tað gerast endaliga staðfest, at Føroyar skulu til EM 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder