Fótbóltur

Myndir: Tíðindafundur og venjing á Ta'Qali

Lars Olsen metir, at útivøllurin ger uppgávuna truplari, men føroyska liðið trýr uppá sigur í annaðkvøld á Malta.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-22 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hevur fyri lítlari løtu síðani havt sína seinastu venjing undan fyrstu uppgávuni í EM-undankappingini. Venjingin var í vindi á Ta' Qali leikvøllinum, har dysturin móti Malta verður leiktur í morgin. Leikararnir tykast sera upplagdir.

Undan venjingini var tíðindafundur. Áhugin á Malta fyri dystinum er ikki ógvuliga stórur. Í stóra blaðnum Malta Times var til dømis einki at lesa um dystin í dag. Har vóru tó nakrir maltesiskir tíðindamenn, sum spurdu Lars Olsen nakrar spurningar um føroyska hópin og vónirnar til dystin á tíðindafundinum.

Lars Olsen: Nú kenna vit maltesiska liðið

Føroyski landsliðsvenjarin segði, at liðini leiktu tveir tættar dystir í Nations League, og at talan fór at vera um eina trupla uppgávu - serliga tí at tað er á útivølli. Hann legði tó dent á, at har var eingin stúran um Malta í føroysku leguni men heldur ein verulig trúgv uppá at vinna. Lars Olsen segði eisini, at har er sum so einki broytt í føroyska hópinum, uttan at ein miðverji (Sonni Ragnar Nattestad) er skaddur. Í maltesiska hópinum eru harafturímóti átta broytingar í mun til í november.

Malta og Føroyar spæla á Ta'Qali leikvøllinum klokkan 17 føroyska tíð í morgin.

Sí eisini: Video: - Eg bleiv for tjúkkur, men kom við aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder