Hondbóltur

Myndir: U17 - Føroyar-Noreg 32-22

Myndir frá føroyska stórsigrinum móti Noregi í Valhalla Sportshall í Göteborg.

2019-07-01 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar fingu eina óvanliga góða byrjan á European Open kappingina fyri U17 lið við dreingjum.

Dysturin móti Noregi endaði 32-22 til Føroyar.

Um eina løtu - klokkan 17.15 føroyska tíð - skulu føroysku dreingirnir aftur á vøllin.

Hesaferð er tað móti sterku hondbóltstjóðini Spania. Spania spældi móti Georgia á middegi, og vann við 12 málum og legði seg sostatt á odda í bólkinum.

Dysturin seinnapartin er sostatt ein uppgerð millum tey bøði liðini, sum liggja á odda í bólki C.

Vit hava fingið hesar myndirnar. Harald Bjørgvin er myndamaðurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder