2024-08-14 22:41
Tað er øgiliga heitt í býnum Banja Luka norðaliga í Bosnia Hersigovina í hesum døgum. Har hevur KÍ í kvøld havt sína seinastu venjing undan Europa League-dystinum móti Borac í annaðkvøld.
Tá KÍ í kvøld vandi á Gradski Stadion vóru heili 28 stig.
Sambært veðurtænastunum verður hitin nakað tann sami í annaðkvøld, kanska eitt sindur lýggjari.
KÍ Varpið vísir dystin hóskvøldið 15. august klokkan 20, og kostar dysturin 150 krónur. Dysturin sæst her.
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystinum við livescore-tænastuni hjá Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald