Fótbóltur

Myndir: Venjing í føroyskum veðurlagi

Malta (Portalurin) - Vindur, avfall og góður inntensitetur settu dám á triðju venjingina hjá føroyska A-landsliðnum undan dystinum móti Malta.

Gilli Rólantsson og Rógvi Baldvinsson fegnast. Odmar Færø uttast til høgru (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson og Rógvi Baldvinsson fegnast. Odmar Færø uttast til høgru (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-21 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun vandu Føroyar á venjingarvølli beint við altjóða leikvøllin Ta' Qali, ið verður karmur um EM undankappingardystin leygardagin.

Undirlagið var klárt betri, enn tá føroyska liðið vandi har í november undan dystinum í Nations League millum liðini. Tann dysturin endaði 1-1, men hesaferð vilja føroyingarnir hava trý stig.

Lars Olsen: Nú kenna vit maltesiska liðið

Venjingin í dag var ikki so long, men har var ferð á, og leikararnir tykjast at vera sera væl fyri. Í tí taktiska partinum av venjingini sá tað út til, eins og mánadagin, at útgangspunktið er, at Føroyar spæla á hendan hátt:

(4-4-1-1) Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, René Shaki Joensen - Hallur Hansson - Jóan Símun Edmundsson.

Føroyska liðið venur í morgin á Ta' Qali National Stadium.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder