Fótbóltur

Nakrir venja - aðrir svimja

Teir sum spældu lítið ella einki í javnleikinum móti Lettlandi gjár eru júst farnir undir venjing á Tórsvølli - harímillum Brandur Hendriksson. Hinir koma fyri seg aftur við at fáa kroppin í svimjihylinum.

Til venjing hjá føroyingum fríggjadagin. Í dag er aftur venjing á Tórsvølli. Har fara fleiri av leikarunum at koyra á. Hinir hava restutión í svimjihøllini (Mynd: Sverri Egholm)

Til venjing hjá føroyingum fríggjadagin. Í dag er aftur venjing á Tórsvølli. Har fara fleiri av leikarunum at koyra á. Hinir hava restutión í svimjihøllini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-11 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum spældi í gjár 1-1 á Tórsvølli móti Lettlandi í 3. umfari í UEFA Nations League. Eitt úrslit ið kann metast at vera rættvíst eftir dystargongdini.

Lettland kom á odda eftir ein av sínum vandamiklu deyðbóltum, men bert fýra minuttir seinni javnaði Odmar Færø, tá miðverjin stútaði sítt fyrsta landsliðsmál inn eftir hornaspark. Í øðrum hálvleiki royndu bæði liðini at fara eftir sigrinum, og Føroyar høvdu eisini bóltin í málinum hjá Lettlandi, men tað varð kolldømt vegna rangstøðu - ein ivasom døming.. Annars manglaði góðska og yvirskot til at leypa á, og føroyingar royndu at halda tað eina stigið og frástøðuna til lettar, hóast útiliðið hevði nakrar vandamiklar støður

Les eisini: Væntaðu yvirskot og góðsku

Myndir: Føroyar - Lettland

Samrøður eftir dystir: 
Odmar: - Bleiv rørdur tá eg skoraði
Klæmint: - Haldi ikki tað var rangstøða
Håkan: - Tykjast sum eitt slitið lið í seinna hálvleiki

Føroyingarnir fingu tikið sær av løttum á Hilton gistignarhúsinum í gjárkvøldið. Nú er venjing aftur á skránni - hjá teimum sum ikki komu á vøllin í gjár ella ikki spældu so nógv. Ein av hesum er Brandur Hendriksson Olsen. Miðvallarin noyddist tíverri út longu eftir tíggju minuttir í gjár - hetta ávirkaði týðiliga spælið hjá føroyingunum. Skálvíkingurin setti seg niður eftir ein nærdyst, men talan var ikki um nakran skaða. Talan var um migrenu, ið millum annað hevði við sær, at Brandur eina løtu ikki sá úr høgra eyga. Hann var eitt sindur "groggy", men er nú komin so mikið fyri seg, at hann fær vant.

[object Object]Odmar Færø hevur her javnað til 1-1. Hesir menninir eru í svimjihøllini í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Brandur Hendriksson varð avloystur tíðliga av Gunnari Vatnhamar - her síggjast teir lið um lið aftanfyri Klæmint Andrasson Olsen til venjing fríggjadagin. Brandur er nú birgur aftur (Mynd: Sverri Egholm) 

Teir sum ikki venja verða uppi í svimjihøllini. At svimja er restutiónin hjá teimum heldur slitnu leikarunum í dag. Tað vil siga, at leikarar ið byrjaðu inni, umframt Gunnar Vatnhamar, nýta hetta til at koma fyri seg og fyri á ein hátt fáa kroppin í gongd aftur. Taktiska fyrireikingin til dystin móti Andorra týskvøldið byrjar annars í dag, og í morgin venja allir aftur saman á Tórsvølli. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder