Fótbóltur

Vantaðu yvirskot og góðsku

Ein ávís møði sást á føroyska liðnum í 2. hálvleiki, har liðið eisini fekk eitt mál kolldømt, sum var ivasamt. Lettland fekk ikki skorað uppá sínar upplagdu møguleikar eftir steðgin, og harvið endaði dysturin 1-1.

Samanumtikið var javnleikur eitt rættvíst úrslit á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Samanumtikið var javnleikur eitt rættvíst úrslit á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-10 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og dysturin móti Danmark, gjørdi dysturin á Tórsvølli ikki nøkur heilt stór fótbóltsuppliving. Føroyska liðið varð sett upp í einari 4-4-2 við diamanti á miðjuni við bóltinum og í høga pressinum og við flatari ketu annars í verjustøðu. Og fyrstu løtuna vóru føroyingar omaná, og Jóannes Bjartalíð hevði eina góða skotroynd, tá bólturin datt til hann á brotsteigarmarkinum, men málverjin kastaði seg niður í málhornið og bjargaði.

Eftir bert tíggju minuttir noyddist Brandur Hendriksson út. Miðvallarin gjørdist heilt illa fyri, allarhelst orsakað av migrenu. Skálvíkingurin misti fyribils sjónina í høgra eyga, og so var einki annað at gera enn at skifta hann út

[object Object]
Jóannes Bjartalíð var eyðsýndur fyrsti løtuna og hevði eina góða málroynd. Hann legði upp til føroyska málið (Mynd: Sverri Egholm)

Saknurin av Brandi var týðiligur ígjøgnum dystin, men tað var ikki tað, sum kostaði málið. Lettar hóttu við deyðbóltum heilt stutt aftaná útskiftingina og komu heilt tætt uppá at skora uppá tveir deyðbóltar. Tað eydnaðist so í 24. minutti, tá eitt fríspark varð skotið niðan í føroyska brotsteigin, lettar vunnu nærdystin, og við aftaru stong var Janis Ikaunieks púra fríur. Í støðuni tapti Sonni Ragnar Nattestad fyrsta nærdystin, og Gunnar Vatnhamar fekk ikki fylgt við málskjúttanum. Tað gjørdist tó nógv betri í samband við defensivar deyðbóltar í 2. hálvleiki, har Sonni Ragnar kom fyrst á teir flestu av teimum og fekk ruddað burtur.

Føroyar nýttust bert eitt horna fyri at fáa mál. Tað var Jóannes Bjartalíð ið skrúðaði bóltin inn í málteigin úr høgru, og ein av føroyingunum sum var staddur har søkti bóltin væl. Tað var Odmar Færø, sum í sínum landsdysti nummar 30 skoraði sítt fyrsta landsliðmál. Nakað sum miðverjin, ið fekk møguleikan ístaðin fyri Heina Vatnsdal, fegnaðist um eftir dystin.

[object Object]Oddmar hevur her skorað og verður fagnaður (Mynd: Sverri Egholm)

(Video) Oddmar: Bleiv rørdur tá eg skoraði

Hetta gjørdist tað seinasta málið í dystinum. Bæði liðini søktu tað avgerandi eftir steðgin, men bæði høvdu trupult við at fáa tað skipaða spælið at rigga. Ein rúgva av nærdystum vóru, Føroyar fingu støðga uppspælinum hjá lettum, meðan tað gekk striltið hjá liðnum hjá Håkani Ericson at fáa flutt skjótt runt og at fáa góðsku á alveringarnar á hálvuni hjá Lettlandi, samstundis sum flest øll innleggini eisini manglaðu góðsku ella vórðu søkt heldur skeivt.

Útiliðið hótti mest uppá umstillingar. Teitur Gestsson hevði eina stóra bjarging, tá stóri áleyparin hjá teimum kom fríur frá Sonna Ragnari, ið seint í dystinum blokeraði einum annars fríum skoti, og Viljormur Davidsen fekk í málteiginum ruddað eitt hart innlegg burtur, ið var nær við at geva mál

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Føroyar høvdu bóltin í málinum hjá Lettlandi í 79. minutti. Gunnar Vatnhamar longdi ein bólt inn í brotsteigin, Klæmint fekk lagt hann yvium aftur, har innskifti Jóan Símun var til reiðar. Gleðin var tó stokkut, tí linjuverjin metti, at rituvíkingurin var rangstaddur. Tað var tó torført at fáa á í endurtøkuni, men møguliga høgra øks og eitt petti av bringuni var frammanfyri verjuleikaran. Áleyparin metti tó sjálvur, at hann ikki var rangstaddur í støðuni.

(Video) Klæmint: Haldi ikki tað var rangstøða

Annars hevði Hallur Hansson, ið var ein av teimum ið sá sera troyttur út seianstu løtuna, eitt gott langskot næstan beinanvegin í hálvleikinum, men málverjin fekk beint bótlin út til hornaspark. Luftin sá út til at fara nakað úr føroyska liðnum, sum hálvleikurin leið, og dysturin í Herning sat helst framvegis á ein hátt í beininum, og á ein hátt hugsavnaður føroyingarnir seg meira um at halda javnleikin, so at frástøðan til Lettland í bólkinum varð hildin.

Hetta eydnaðist, og eitt samlað nøgdsemi tyktist at vera um úrslitið og avrikið, hóast tað var viðurkent, at fleiri ting ikki eydnaðust heilt sum ætlað í kvøld. Føroyar spæla aftur týskvøldið - tá vitjar Andorra á Tórsvølli.

(Video) Håkan: Tykjast sum eitt slitið lið í seinna hálvleiki


UEFA Nations League 3. umfar
Tórsvøllur 10.10
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
24' Janis Ikaunieks 0-1
28' Odmar Færø (Jóannes Bjartalíð) 1-1

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantson Sørensen (81' Jóannes Kalsø Danielsen), Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð (81' Patrik Johannesen), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar (64' Rógvi Baldvinsson), Brandur Hendriksson Olsen (11' Gunnar Vatnhamar) - Andreas Lava Olsen (64' Jóan Sìmun Edmundsson), Klæmint Andrasson Olsen


Myndir: Føroyar - Lettland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder