19. januar skrivaði argentiski áleyparin, Emiliano Sala, undir ein trý og eitt hálvt-ára sáttmála við Premier League felagið Cardiff. Sala varð keytur leysur frá Nantes fyri 15 milliónir pund, ið gjørdi hann til tann dýrasti leikarin í søguni hjá Cardiff.
Søgan tók tó eina dramtiska og heilt óvæntaða vend, tá flogfarið, ið skuldi flyta Sala frá Fraklandi til Wales, hvarv. Eftir hansara læknakanning í Cardiff var Emiliano Sala farin aftur til Fraklands fyri at siga farvæl við liðfelagarnar og fyri at fáa ymiskt uppá pláss. Sambandið við privatflogfarið við argentinska leikaranum og flogskiparanum David Ibbotsen umborð, bleiv burtur yvir Alderney 21. januar. Flogfarið var funnið aftur sum vrak sunnudagin 3. februar.
Tað er einki sum bendir á, at Sala ella flogskiparin eru á lívi enn. Í vrakinum sást nakað, sum líktist einum líki. Hetta var greitt mánadagin, og tað er tað seinasta, sum hevur verið at hoyrt um flogfarið.
Hóast Sala allahelst ongantíð kemur at spæla fyri Cardiff, so vil Nantes nú hava fatur á pengunum, ið liðið úr Wales skuldi rinda fyri hann. Tað er komið so langt, at tað løgfrøðiliga av álvara er komið uppí leikin, og talan verður møguliga um eitt rættarmál, um Cardiff ikki vil gjalda Nantes. Hetta skriva fleiri altjóða miðlar í dag.
Cardiff hevur ikki goldið nakað enn, men franska felagið vil nú hava tann fyrsta partin, 5 milliónir pund, i stundini. Men Premier League-felagið heldur, at tað er rætt at bíða til leitingin eftir er av, og til mynduleikarnir hava gjørt teirra kanningar um hvat hendi. Hetta skrivar Sky Sports, ið eisini veit at siga, at Cardiff vil hava greiðu á serliga tveimum viðurskiftum afturat: Hvør átt Piper Malibu flogfarið, og er tað rætt at tað royndi at fara uppfrá tríggar ferðir, áðrenn tað eydnaðist.
Í Nantes hava tey roynt at tosa við Cardiff ígjøgnum telefon, og sum skilst hava løgfrøðingarnir hjá felagnum sent Cardiff bræv í seinastu viku við kravið um gjald. Walisiska felagið hevur biðið um meira tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald