Fótbóltur

Næstan útselt til fríggjakvøldið

Tað ræður um at skunda sær, um tú vilt til Føroyar-Malta á Tórsvølli.

2018-09-02 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið vitjar Malta á Tórsvølli í fyrsta dystinum í UEFA Nations League. 

FSF boðar seinnapartin frá, at tað næstan er útselt til dystin. Færri enn 300 atgongumerki eru eftir, og tað gongur skjótt og væl at selja í løtuni. 

Frá Fótbóltssambandinum frætta vit, at tað verður helst útselt skjótt.

Dysturin byrjar klokkan 19.45 fríggjakvøldið, og til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder