Fótbóltur

Nations League: Holland í finaluni eftir longda leiktíð

Tvey stór mistøk kostaðu hjá Onglandi, tá hollendingar vunnu uppiborið. Finalan verður sunnudagin millum Portugal og Holland.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-06 22:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vann Portugal 3-1 á Sveis í fyrru hálvfinaluni, har Cristiano Ronaldo stjól yvirskriftirnar og gjørdi frálíkt hattrikk. Harvið spældu vertirnir seg í finaluna í Nations League deild A, og hin finalisturin skuldi finnast í Guimaraes í kvøld, har Holland og Ongland hittust.

Lagt var upp til ein spennandi dyst, men har vóru ikki so nógvir málmøguleikar í 1. hálvleiki. Holland hevði leikligu yvirvágina, men Ongland var væl skipað, og revsaði tá De Ligt kloddaði bóltin vekk og síðani gjørdi brotsspark móti Rashford. United-áleyparin var tryggur úr ellivu metrum, og so skuldi Holland javna.

Stórtalentið Jadon Sancho hevði stóran møguleika tíðliga í 2. hálvleiki, men stútarin fór mitt á Cillessen. Í hinum endanum gjørdi De Ligt skaðan góðan aftur, og stútarin frá miðverjanum eftir gott hornaspark fra vælleikandi Depay manglaði ikki kraft. Sjey minuttir fyri tíð sá út til, at innskifti Lingard hevði sent Ongland á finalukós aftur eftir vælleikt álop, men VAR staðfesti, at hann akkurat var rangstaddur.

Í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðni misti Stones onkursvegna bóltin beint uttanfyri egna brotsteig, og eitt sindur tilvildarligt gjørdist tað 2-1. Í 2.hálvleiki eydnaðist høga hollendska trýstid væl, og so lukkaði innskifti Promes dystin. Harvið skal Holland spæla finalu móti Portugal sunnukvøldið - Ongland skal spæla bronsudyst.

UEFA Nations League - Deild A, seinna hálvfinalan

Holland - Ongland 3-1 (e.l.l) 1-1 (e.v.l)
0-1 32’ Marcus Rashford
1-1 67’ Matthijs De Ligt
2-1 97’ Sjálvmál (Kyle Walker)
3-1 114’ Quincy Promes

Sunnudagin:
14.00: Sveis - Ongland (bronsudystur)
19.45: Portugal - Holland (finala)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder