Fyri kurvabóltsspælarar, sum ikki eru koppsettir fyri koronu, verða ein røð av avmarkingum galdandi í komandi NBA-kappingarárinum. Tað skrivar amerikanski ítróttamiðilin ESPN.
Í NBA er tað ikki krav at verða koppsettur fyri koronu, men í minsta lagi 90 prosent av spælarunum eru longu koppsettir, og NBA er í løtuni við at leggja síðsta hond á eina avtalu við feløgini um trygd og heilsu í kappingini.
Avtalan inniber m.a., at nógv av teimum avmarkingunum, sum vóru galdandi síðsta kappingarár framvegis skulu vera galdandi fyri ókoppsettar spælarar. Hinvegin sleppa koppsettir spælarar undan tær flestu avmarkingunum, skrivar Ritzau.
Koppsettir spælarar nýtast m.a. ikki at verða kannaðir fyri koronu dagliga. Teir skulu bert kannast, um teir hava sjúkueyðkenni ella hava havt tætt samband við ein smittaðan.
Ókoppsettir spælarar skulu hinvegin kannast dagliga, áðrenn teir koma til venjing, luttaka í felagsaktivitetum ella hava samband við aðrar leikarar ella venjarar. Teir sleppa heldur ikki at eta inni í sama rúmi sum aðrir leikarar, og skulu teir hava eitt skiftingarrúm, sum er so langt burtur frá hinum sum gjørligt. Eisini skulu teir í sóttarhald í sjey dagar, um teir hava tætt samband við ein smittaðan. Koppsettir spælarar skulu bert í sóttarhald í serligum førum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald