Við sigrinum á KÍF sunnudagin tryggjaði StÍF sær 4. plássið í grundspælinum og harvið rættin at hýsa aðrari fjórðingsfinaluni. Hon verður í dag móti Neistanum, sum endaði tvey stig aftanfyri StÍF.
Teir blákløddu úr Havn hava tapt báðar sínar dystir á Skála í kappingarárinum. Í tí fyrra, í oktober, var munurin ellivu mál, og Neistin lat 39 mál inn. Tá manglaðu so nakrir profilar hjá Neistanum. Liðini hittust so seint sum 19. mars, har StÍF vann eftir tættan dyst. Neistin vann við tveimum málum, tá liðið av Skálafjørðinum vitjaði í januar.
Ymiskt bendir harvið á, at StÍF er ein lítil favorittur í dag. Liðið var nær við at koma í steypafinaluna og vil nú røkka FM-hálvfinalunum og bjóða VÍF ella H71 av. Neistin hevur tó nógvar ymiskar dygdir. Veteranarnir Tróndur Kragesteen og Rasmus Søby kunnu veruliga týdning ein slíkan dyst, og so eru spennandi ungir spælarar, ið kunnu spæla stóran leiklut: Millum annað Aleksandar Sasha Lacok í málinum og Ísak Vedelsbø á strikuni.
Tað kann gerast avgerandi fyri dystin, hvussu birgur Bjarni í Selvindi er. Hann spældi ikki í Kollafirði sunnudagin, og ivasamt er hvønn leiklut sterki bakspælarin av Skála fær í dag. Pætur Johansen var flúgvandi móti KÍF við millum annað ellivu málum, og hann er ein av teimum, sum kann verða lykilin, um StÍF skal sigra í dag. Annars er tað ein støðug verja, sum heimaliðið skal dúga uppá.
Strandingurin við 7-talinum var í hopla síðst (Mynd: Sverri Egholm)
Í øllum førum er lagt upp til tættan og spennandi dyst við nógvum áskoðarum. Tað er alt ella einki, og tað skal avgerast í dag. Liðið sum fer víðari verður ikki favorittur, men at koma í eina FM-hálvfinalu er fyribils málið.
Portalurin verður á staðnum við myndatólinum og hava vit ymiskt tilfar frá dystinum
FM-fjórðingsfinala
Høllin á Skála, skírisdag 6/4
16.00: StÍF - Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald