Hondbóltur

Neistin omaná í ársins fyrsta dysti

Ungu liðini hjá Neistanum og Stjørnuni leiktu ein javnan dyst á Hálsi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-09-15 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta vikuskifti byrjar hondbólturin av álvara aftur, og fyrsti dystur í landskappingini hjá kvinnum, ið nú ber navnið "SMS-deildin", er leiktur.

Neistin byggir upp av nýggjum, og dagsins mótstøðulið hevur eisini ein sera ungan hóp. Stjørnan vitjaði í høvuðsstaðnum, og talan gjørdist um ein javnan dyst, har neistakvinnur at enda vóru omaná. 

Liðini fylgdust tætt í fyrra hálvleiki, men seinastu fimm minuttirnar av hávleikinum vann Stjørnan seg tvey mál frammum. Neistin kom væl út til 2.hálvleik, og um miðjan hálvleik hevði heimaliðið tikið eina leiðslu, ið ikki varð slept aftur. 

Harvið ein góður seinni hálvleikur hjá Stjørnuni, og nýggju venjararnir hjá Neistanum, Birgir Hansen og Kári Nielsen, fingu eina góða byrjan. Tað vóru serliga U20-landsliðsleikarin Fríða á Dunga og danska Stina Madsen, ið gingu á odda við málskjótingini. Tær skutu ávíkavist 8 og 7 mál. 

Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá útiliðinum við seks málum. 

SMS-deildin, 1. umfar 

Neistin - Stjørnan 23-20 (8-10)

Toppskjúttar: Fríða á Dunga 8, Tóra Eliasen 6


Mansdysturin millum Neistan og KÍF er júst farin í gongd.

Í morgin eru hesir dystirnir í SMS-deildini (báðir byrja kl. 14.00):

Kyndil - H71
VÍF - StÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder