Fyrrapartin høvdu vit vitjan á Portalinum. U21-landsliðsvenjararnir Mark Lausen-Marcher og Julian millum annað settu orð á FM-stríðið.
H71 er favorittur, men Stjørnan liggur væl til H71 í mun til álopspartin, vísti Mark á. Julian segði, at hann væntar, at Neistin ella Kyndil kunnu bjóða av í einari finalurøð, men at H71 verður ov sterkt yvir fimm dystir.
Venjararnir og viðmerkjararnir høvdu eisini á orðið, at Neistin eftir átta-máls tapið í fyrru hálvlfinalubk skal betra um nógv til dystin sunnudagin. Eins og Stjørnan í morgin, skal Neistin vinna sín dyst fyri at hava møguleika at koma í FM-finaluna.
Julian Johansen hevur áður spælt og verið venjari hjá fleiri liðnum í bestu deildini.
Danin Mark Lausen-Marcher hevur verið leingi í Føroyum. Fyrst sum ungdómsvenjari og spælari í H71. Seinastu árini hevur hann verið ítróttarstjóri í HSF og er í løtuni virkandi kvinnulandsliðsvenjari.
Fleiri brot og øll sendingin koma næstu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald