Lagt var upp til eitt brak í Hoyvík, tá Neistin og H71 hittust til fyrstu FM-finaluna. Liðini hava spælt tveir javnleikir í ár, og FM-finalurnar í fjør millum liðini vóru ógvulga tættar- har tann fyrra endaði við javnleiki, og H71 vann tí seinnu í Hoyvík.
Tað leikaði javnt á og var inntenst frá byrjan. Ari Dam byrjaði við at hava fleiri góðar bjargingar í H71-málinum, og bæði hann og Nicholas Satchwell í hinum endanum stóðu sera væl í kvøld. Rasmus Søby tók ábyrgd hjá Neistanum fyrstu løtuna, og hann skoraði nógv góð og umráðandi mál í kvøld. Sterki bakspælarin gjørdi tó eisini mistøk, tá hann satsaði nógv í skotum og innspælingum. Neistin tók leiðsluna stutt eftir miðjan hálvleik og helt hana til hálvleiks. Tað eydnaðist rímiliga væl at steðga álopinum hjá H71, har Peter Krogh millum annað varð mansvardur ella skuggaður í løtum.
Allan seinna hálvleik stríddist heimaliðið fyri at fáa fatur á Neistanum. H71 royndi millum annað at mansverja Rasmus Søby í nøkrum álopum, og fekk hildið honum væl niðri í 2. hálvleiki. Tróndur Kragesteen tók ábyrgd og fekk bóltin framvið Ara í fleiri førum, og Neistin helt fast í leiðsluni leingi. Hjá H71 hevði Pætur Thomsen ein sera góðan dyst; høgri vongurin var tryggur í sínum skotum fyrstu 60 minuttirnar.
Sí myndir frá dystinum her
Smáar tíggju minuttir fyri leiklok kom H71 uppá javnt 21-21. Neistin svaraði aftur við tveimum skjótum málum, men so fingu hoyvíkingar trý á rað og komu á odda fyri fyrstu ferð í hálvleikinum. Seinasta orðið átti tó Rasmus Søby, og so skuldi longd leiktíð til fyri at finna vinnaran av fyrstu finaluni.
Tað var bert Neistin, ið skoraði í 1. hálvleiki. Hoyvíkingar fingu einki mál fyrstu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini, har Satchwell stongdi málið fyri millum annað Pæturi, ið royndi seg tvær ferðir frá vonginum. Álopsspælið hjá Neistanum var betri, og teir í bláum vunnu sera spennandi fyrstu finaluna við tveimum málum.
Finala nummar tvey verður í Høllini á Hálsi mikukvøldið klokkan 20.00.
Okkara deildin - Fyrsta FM-finalan
Hoyvíkshøllin 31-03, 18.00
H71 - Neistin 28-30 (eftir longda leiktíð)
Toppskjúttar: Pætur Thomsen 11, Rasmus Søby 9
Hendan greinin er løgd út kl. 19:45, og ikki 18:45, sum dagfestingin annars sigur. Hetta er orsaka av tekniskum trupulleikum í løtuni. Haldið okkum til góðar.
Hondbóltur
Neistin vann fyrstu finaluna eftir longda leiktíð
Eins og seinasta sunnudag koppaði tað til Neistan eftir 70 minuttir - finalan í Hoyvík í kvøld gjørdist ógvuliga tøtt.
Mynd: Jens Kr. Vang
2019-03-31 18:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald