Hondbóltur

Neistin vendi øllum á høvdið í triðju finaluni

Neistamenn vunnu aftur í Hoyvík, og liggja nú sera væl fyri til at vinna FM. Hesaferð kom sigurin, eftir at H71 hevði sitið á dystinum frá byrjan.

Neistin var omaná til endans, hóast tað sá ógvuliga tungt út í byrjanuni
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin var omaná til endans, hóast tað sá ógvuliga tungt út í byrjanuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-18 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir steðg í 15 dagar varð stríðið um FM tikið uppaftur. H71 og Neistin brustu saman í Hoyvíkshøllini, og lagt varð upp til eina sera spennandi finalu, nú tað stóð 1-1 eftir tveir dystir. 

Í byrjanini sá tað tó út til, at H71 fór at vinna greiðan sigur eins og í finaluni í Høllini á Hálsi. Hoyvíkingar vóru av álvara við yvirlutan fyrsu løtuna. Liðið hjá Sonna Larsen fekk álopsspælið at koyra, og fekk eisini hildið Søby, Kragesteen og co. niðri. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var 10-4 til H71. Neistin mentist tó og fekk minkað munin niður í helvt áðrenn hálvleik við góðum spæli.

Liðið hjá Jeppa Borch kom væl út eftir steðgin, og eftir fimm minuttir var javnleikur, og tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var Neistin á odda. Tað tyktist sum um, at teir í bláum allatíðina funnu loysnir í álopspartinum. Nógvir leikarar tóku ábyrgd, og málini komu ymsastaðni frá; m.a skoraði Tróndur Mikkelsen frá bakkinum, og ein annar av ungu leikarunum, Dánjal Ragnarsson, fekk nógv góð mál frá høgra vongi. Á hinum vonginum var Høgni Zachariassen sera vælleikandi; hann gjørdist topsskjútti við 10 málum. 

Ein annar faktorur, sum spældi meira og meira inn, var Mikkjal Hansen ið kom inn ístaðin fyri landsliðsmálverjan í fyrra hálvleiki. Mikkjal pilkaði fleiri bóltar og gjørdist avgerandi. Neistin fekk meira og meira takið, og hoyvíkingar megnaðu ikki at fáa yvirtakið aftur. Millum annað fingu teir ikki loyst tað, at Neistin fór at mansverja Peter Krogh, meðan Neistin hinvegin ikki nervaðist av, at Rasmus Søby varð tikin út.

Útiliðið helt fast um leiðsluna, og hevur nú fyrimunin í FM-stríðnum. Um Neistin vinnur mánakvøldið í Høllini á Hálsi, so stendur liðið eftir sum FM-vinnari. H71 skal finna nakað av spælinum frá fyrsta korterinum í kvøld fram aftur til hendan møguliga avgerandi dystin.

Triðja FM-finalan 
H71 - Neistin 26-28 (11-14) 
Toppskjúttar: Peter Krogh 8 mál, Høgni Zachariassen 10 mál



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder