Hondbóltur

Nestin og H71 vunnu ársins fyrstu steypafinalur

Gentur 16 hjá Neistanum vendu tí í 2. hálvleiki móti H71 - hjá dreingjum 16 vóru hoyvíkingar omaná móti VB.

Gentur 16 hjá Neistanum gjørdust fyrstu vinnararnir í steypafinalunum við Tjarnir í ár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal)

Gentur 16 hjá Neistanum gjørdust fyrstu vinnararnir í steypafinalunum við Tjarnir í ár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal)

2026-02-20 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gentur 16 hjá Neistanum gjørdust fyrstu vinnararnir í Faxe Kondi steypafinalunum í ár.

Hetta var eftir 29-27 sigur á H71. Hoyvíksgentur vóru annars omaná eina góða løtu - og eina løtu eftir steðgin var munurin trý mál. Men tíggju minuttir seinni vóru neistagenturnar á odda við trimum málum. Tað bar eisini á mál hjá teimum blákløddu.

Eftir dystin var Sigrið Hansdóttir heiðrað sum besti leikari í dystinum. Kviki bakspælarin spældi í síðstu viku hálvfinalur fyri besta liðið hjá Neistanum.

[object Object]
[object Object]
Sigrið Hansdóttir (Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal)

[object Object]
Tær hjá Neistanum heiðraðar eftir finalusigurin á H71 - tí fyrstu av ársins finalum við Tjarnir   (Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal)

Sí dystin her

H71 er annars í finalunum í øllum aldursbólkum hjá dreingjum og gentum. Og hjá dreingjum 16 fór gullið stuttan veg.

Tað var annars hugaligt at síggja eitt VB-lið  í einari A-finalu. Vágbingar smæddust heldur als ikki burtur móti favorittunum úr Hoyvik, men tað endaði við 37-28 sigri til H71.

Dagsins leikari var kosin Jónas Poulsen hjá H71. Málverjin hevði yvir 15 bjargingar í finalusigrinum.

[object Object]Dagsins spælari: Jónas Poulsen 

[object Object]Fegnir hoyvíkingar (Myndir: HSF)

[object Object]

Sí dystin millum H71 og VB HER

Í morgin, leygardagin 21. febuar, verða heili 10 finalur spældar við Tjarnir. Talan er um gentur og dreingir 10 og 12 - síðani eru tað tey vaksnu um kvøldið.

Hoyr eisini: Stórt steypafinaluradio: - Hetta er tí man spælir hondból

Leiksskráin

Í dag, fríggjadagin 20. februar:
Gentur 16: Neistin – H71 29-27
Dreingir 16: H71 – VB 37-28

Í morgin, Leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her

FM1 sigur frá báðum vaksnamannafinalunum. Sent verður frá klokkan 16 til nakað eftir mansfinalan er liðug

Sí eisini: Stórt steypafinaluradio: - Hetta er ti man spælir hondbólt

Sunnudagur 22. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 18.00 G18: Neistin – H71
kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder