Fótbóltur

Newcastle er á 2. plássi í løtuni

Liðið úr Norðuronglandi vann seinnapartin sannførandi á Leicester, meðan Fulham vann á Crystal Palace, sum var í undirtali. Wolves vann týðandi botndyst á Goodison Park, og Brighton vann slagið um Suðurongland.

Newcastle-fjepparar hava nógv at fegnast um (Mynd: EPA)

Newcastle-fjepparar hava nógv at fegnast um (Mynd: EPA)

2022-12-26 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í Premier League vórðu bríkslaðir í gongd klokkan trý á "Boxing Day" - 2. jóladegi.

Tað gekk ikki long tíð, til Newcatle hevði fingið fult tamarhald á dystinum móti Leicester á útivølli. Eftir seks minuttir var 2-0 á King Power, og málið til 3-0 kom í 32. minutti. Chris Wood, Miguel Almiron og Joelinton skoraðu fyri Newcastle, ið nú er á 2. plássi í Premier League. Manchester City, ið er eitt stig aftanfyri, hevur tó spælt tveir dystir færri, men liðið hjá Eddie Howe hevur bert tapt ein dyst í ár - síðst í august á Anfield.

Á Selhurst Park í London var grannauppgerð. Heimaliðið gjørdi tó ov nógv av og fekk tvær útvísingar - 32. og 57. minutti. Tá James Tomkins fekk sítt seinna gula kort í seinna hálvleiki, var 1-0 til Fulham. Harvið var ógvuliga tungt hjá Crystal Palace at svara aftur, og tað eydnaðist heldur ikki at standa ímóti: Útiliðið skoraði tvær ferðir afturat, og uppflytararnir eru í løtuni á 8. plássi - við eins nógvum stigum sum Liverpool, ið spælir nú, og frammanfyri Chelsea.

Southampton er í løtuni aftast, og tað gjørdi ilt verri, tá talan gjørdist um tap í grannauppgerðini móti Brighton á heimavølli í dag. Adam Lallana, ið spældi fyri Southampton í 15 ár, legði Brighton á odda. Solomon March var við í øllum trimum málunum hjá útiliðnum, sum vann 3-1, og Brighton er ikki so langt burtur frá einum Champions League-plássi.

Tað eru Everton og Wolves hinvegin. Hesi bæði liðini stríðast við millum annað Southampton í botninum, og í dag hittust tey á Goodison Park. Everton kom á odda tíðliga, men Wolves vann 2-1 - sigursmálið hjá Rayan Ait Nouri kom ikki fyrrenn í 95. minutti. Ein veruligur smeitur hjá Frank Lampard og Everton, sum nú bert hava eitt stig niður til Wolves og niðurflytingarstrikuna.

Aston villa og Liverpool spæla nú - í kvøld spælir oddaliðið Arsenal. 

Premier League 17. umfar
2. jóladag

Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)

Les eisini: Tottenham fekk bjargað einum stigi móti Brentford

Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)

17.30: Aston Villa - Liverpool (0-1)

20.00: Arsenal - West Ham 

Sí støðuna í filminum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder