Fótbóltur

Newcastle sett keypsmet

Felagið úr Norðuronglandi hevur keypt Miguel Almiron fyri 21 milliónir pund..

Nýggi leikarin hjá Newcastle, Miguel Almiron

Nýggi leikarin hjá Newcastle, Miguel Almiron

2019-01-31 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur leingi valdað órógv rundanum Newcastle. Høvuðsorsøkin er eigarin Mike Ashley, ið m.a. ikki tykist at vilja nýta pening til nýggjar leikarar, men heldur vil gera alt fyri at vinna pengar sjálvur. Hetta hevur ført til, at Rafael Benitez, hvørs sáttmáli gongur út í summar, hevur ivast í sínari framtíð.

Nú hevur Ashley pungað út, og Newcastle kundi seinnapartin avdúkað tveir nýggjar leikarar. Tann fyrri er italienski vinstri bakkurin Antonio Barreca, sum verður leigaður úr Monaco. 23 ára-gamli bakkurin er úr Torino, og hevur umboða júst Torino, áðrenn hann skifti til Monaco seinasta summar. Barreca hevur spælt 13 U21 landsdystir fyri Italia. Í avtaluni er ein møguleiki at keypa Barreca frían í summar.

Hin leikarin ið Newcastle hevur skaffað sær, er álopskendi miðvallarin Miguel Almiron. 24-ára gamli leikarin er úr Paraguay, og hann hevur spælt 12 landsdystir. Almiron hevur umboðað Atlanta United í MLS seinastu trý árini.

Newcastle hevur keypt Miguel Almiron leysan fyri 21 milliónir pund, ið er met fyri Newcastle. Felagið hevur ikki keypt leikarar dýrt seinastu árini; gamla metið var, tá Micheal Owen varð keyptur úr Real Madrid fyri 16,5 milliónir pund í 2005.

Newcaslte vann týskvøldið 2-1 á meistarunum City, og liðið hjá Rafa Benitez liggur í løtuni á 14. plássið. Fimm stig eru niður til strikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder