Hondbóltur

Neyðugt við einari hálvfinalu afturat

Kyndil var á odda so at siga allan dystin í kvøld, og harvið er greitt, at grannarnir aftur bresta saman hóskvøldið. Tá fellur endaliga avgerðin um, hvør skal dystast við StÍF um gullið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-06 21:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin koppaði tað til Neistan í fyrstu hálvfinaluni, ið var sera spennandi, og sum varð leikt í Kollafirði orsakað av flogbóltsfinalunum. Harvið kundu tær í bláum avgerða alt í kvøld, tá leikt varð í Høllini á Hálsi, men kyndilskvinnur vildu tað øðrvísi.

Tað gekk annars striltið við málskjótingini hjá teimum grønkløddu fyrstu løtuna, men so bragdaði og eftir ellivu minuttir var 5-2, og so tók Kári Horn timeout. Neistin kom upp á javnt, 8-8, í einum tíðarskeiðið har Neista-verjan og Margit Weihe aftur stóðu heilt væl. Kyndil megnaði tó at koma á odda við tveimum fyri steðgin, og so fekk Neistin ongantíð fatur á aftur.

Álopsspælið hjá Kyndli eydnaðist væl meginpartin av 2. hálvleiki. Turið Arge Samuelsen gekk samanlagt á odda og varð greiður toppskjútti við sjey málum. Tá seks minuttir vóru eftir, kom munurin upp á seks mál, og so var helst øllum greitt, at neyðugt verður við einari triðju hálvfinalu. Hon verður leikt hóskvøldið klokkan 18, og tá verður helst sera stórur spenningur í Høllini á Hálsi. 

Fyrr í kvøld vann StÍF eftir longda leiktíð á Skála móti H71, og so kókaði tað av álvara, tí við avgerandi málinum frá Emmy Ingibjørg Sjúrðadóttir Kass, hava kvinnurnar av vestara armi av Skálafjørðinum fyri fyrstu ferð spælt seg í eina finalu. Spurningurin er bara hvørjum havnarfelagið liðið hjá Jón Rasmussen skal spæla ímóti.

Les eisini: StÍF í FM-finaluni

Kvinnur FM-hálvfinala 2
06.04

Neistin – Kyndil 19-22 (9-11)

Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen (7 mál)

StÍF – H71 23-22 (e.l.l)

Hósdagin 08.04
18.00: Kyndil - Neistin (Triðja hálvfinalan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder