Fótbóltur

Niðurtúrurin hjá Real Madrid heldur fram

Fimti dystur uttan sigur hjá stórfelagnum á rað gjørdist veruleiki í dag, tá Levante vann á Bernabeu.

Benzema og Bale megnaðu ikki at venda dystinum, tá teir komu inn í 2. hálvleiki

Benzema og Bale megnaðu ikki at venda dystinum, tá teir komu inn í 2. hálvleiki

2018-10-20 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trýfaldu Champions League-meistararnir hava tað sera trupult í løtuni. Real Madrid legði út við at vinna sær 10 stig í fýra dystum í La Liga, og við at vinna greitt á Roma í Champions League. Men undan dystinum móti Levante í dag, hevði Real Madrid spælt fýra dystir uttan at skora.

Í dag gjørdi kongafelagið eitt mál, men tað var bert til at minka um munin. Tá 13 minuttir vóru leiktir á Santiago Bernabeu, var Levante á odda 2-0. Marcelo skoraði fyri heimaliðið, tá áleið tjúgu minuttir vóru eftir, men tað endaði við, at útiliðið tók øll trý stigini. 

Seinastu fimm dystirnir hevur Real Madrid tapt fýra(ein í Champions League) og spælt ein málleysan javnleik. Talan er tí næstan um krepputíð hjá nýggja venjaranum Julen Lopetegui, ið er komin undir trýst. Spurningurin er, um missurin av Cristiano Ronaldo er ov stórur. 

Madrid-felagið er tó framvegis væl við í tætta oddastríðnum í La Liga. Alaves er oddalið við 17 stigum, meðan Real er trý stig aftanfyri. Grannarnir úr Atletico eru eitt stig frammanfyri og hava leikt ein dyst færri. Tað er sama støðan hjá arvafíggindanum Barcelona. Í kvøld klokkan 19.45 spæla Barcelona og Sevilla oddadyst á Camp Nou. Sevilla hevur 16 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder