Annað

Nigeria vann á Íslandi

Íslendingar tóku ikki av møguleikunum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-22 18:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ísland megnaði ikki at taka av teimum málmøguleikum, sum komu teirra veg í fyrra hálvleiki. Hetta kom teimum aftur um bak, tí at tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 2-0 til Nigeria.

Nigeria hevði ongan málmøguleika í fyrra hálvleiki, meðan Ísland hevði eitt gott trýst móti endanum av hálvleikinum. Men einki mál kom, og hetta vórðu íslendingar revsaðir fyri í seinna hálvleiki.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn 4 minuttir gamal, tá Ahmed Musa legði Nigeria á odda. Eftir eitt innleg tók Musa bóltin hegnisliga niður áðrenn hann smekkaði bóltin í íslendska málið. Tá gott korter var eftir at spæla var Musa aftur uppá spæl. Hann setti ferð á, rak framvið einum íslendara, tók eitt trekk framvið íslendska málmannin, og skeyt bóltin lætt í málið. 2-0 og svart sá út hjá Íslandi.

Ein lítil vón birtist, tá Ísland fekk brotsspark tá 7 minuttir vóru eftir. Nigeria vistu ikki heilt hvussu teir skuldu fáa bóltin burtur, og tá Alfred Finnbogason kom rennandi ímillum og prikaði bóltin, varð hann feldur. Gylfi Sigurðsson tók sær av brotssparkinum, men hann skeyt bóltin uppum málið.

Nú sær svart út hjá Íslandi at koma víðari í kappingini. Kroatia liggur á fremsta plássi í bólkinum við seks stigum, og nummar tvey er Nigeria við trimum stigum. Ísland og Argentina hava bæði eitt stig. Í síðstu rundu spæla Ísland og Kroatia, meðan Argentina og Nigeria møtast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder