Í gjár leiktu 16 lið í 4. umfarið í bólkaspælinum í Champions League. Í dag skulu hini 16 liðini í gongd við seinna helmingin av bólkaspælinum.
Størsta uppgerðin er í Torino, har United er á vitjan. Paul Pogba spælir á sínum gamla heimavølli, og Cristiano Ronaldo spælir eisini ímóti sínum gamla felagið. Juventus kann tryggja sær víðari luttøku við einum sigri og heimaliðið er eisini favorittur ímóti trilvandi liðnum hjá José Mourinho. Um Valencia vinnur á Young Boys á heimavølli verður eitt ávíst trýst lagt á United.
Í tveimum av bólkunum kunnu tvey lið spæla seg víðari ella í øllum førum av álvara nærkast plássi í 1/8 finalunum. Ajax hevur ikki nakra lætta uppgáva, men kann spæla seg víðari í Portugal. Bayern er stórfavorittur á heimavølli. Í bólki F er City eisini stórfavorittur á heimavølli, meðan Lyon og Hoffenheim spæla lykladyst í Fraklandi.
Roma og Real Madrid kunnu trekkja frá CSKA í bólki G og nærum spæla seg víðari. Roma hevur tó ein truplan dyst í Moskva, og sum formurin hjá Real Madrid er i løtuni, eru trý stig í Kekkia ikki givin.
Bólkur E
Ajax 7
Bayern 7
Benfica 3
AEK Athen 0
20.00: Bayern - AEK
Benfica - Ajax
Bólkur F
Manchester City 6
Lyon 5
Hoffenheim 2
Shakhtar 2
20.00: Lyon - Hoffenheim
Manchester City - Shakhtar
Bólkur G:
AS Roma 6
Real Madrid 6
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen
17.55: CSKA Moskva - Roma
20.00: Plzen - Real Madrid
Bólkur H:
Juventus 9
Manchester United 4
Valencia 2
Young Boys 1
17.55: Valencia - Young Boys
20.00: Juventus - Manchester United
Fótbóltur
Nógv kann verða avgjørt í kvøld
Fleiri lið kunnu spæla seg víðari; United er á vitjan hjá Ronaldo og co..
2018-11-07 16:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald