Fótbóltur

Nógv uppá spæl á Argjum

EB/Streymur kann koma nakað burtur frá niðurflytingarstrikuni - AB skal nú fyri fyrstu ferð í ár spæla heimadyst móti øðrum liði úr niðaru hálvu.

Niklas Kruse og EB/Streymur skulu royna at hótta AB-málið á Argjum - higartil í ár hevur EB/Streymur vunnið á TB og Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Niklas Kruse og EB/Streymur skulu royna at hótta AB-málið á Argjum - higartil í ár hevur EB/Streymur vunnið á TB og Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-16 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti dysturin í 8. umfari í Betrideildini kann fáa stóran týdning fyri liðini. Talan er um tí fyrru av uppgerðunum í umfarinum, har tvey av teimum fýra niðastu liðunum í deildini hittast  - Skála tekur ímóti TB í annaðkvøld.

AB er á næstaftasta plássi við tveimum stigum. Tað fyrra kom til høldar í 1. umfari við 0-0 javnleiki móti Víkingi og tað seinna í 4. umfari á Skála (1-1). AB hevur eisini spælt í Fuglafirði (4-2 í 6. umfari), men hevur nú fyri fyrstu ferð í ár heimavøll móti einum øðrum liði úr niðaru hálvu.

[object Object]
AB fekk eitt mál og eitt stig á Skála síðst í mai - argjamenn hava fingið eitt stig men einki mál á Argjum  í ár, har bert topp-fimm hava vitjað higartil

EB/Streymur hevur vunnið báðar sínar heimadystir móti liðum, ið liggja í botninum: 2-0 sigur á TB í 3. umfari og 1-0 sigur á Skála í 6. umfari. Eins og AB hevur EB/Streymur tapt í Fuglafirði, men um liðið hjá Jákup Martin Joensen vinnur í kvøld verða heili sjey stig niður til niðurflytingarstrikuna. Hóast EB/Streymur er á útivølli í kvøld, er liðið helst ein lítil favorittur útfrá úrslitinum higartil í ár - AB er fýra stig aftanfyri, hevur væl verri málúrttøku og hevur ikki skorað á heimavølli í ár.

Talan verður tó helst um ein javnan dyst millum tvey lið, ið veruliga tevja stig. Í fjør endaði tað eisini við 1-1 javnleiki, tá liðini hittust beint áðrenn Ólavsøku - tá javnaði EB/Streymur í yvirtíðini. í 2018 vann AB 2-0, tá EB/Streymur vitjaði.

[object Object]
AB kemur her á odda í 1-1 dystinum Inni í Vika í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Sum skilst er Bjarni Petersen ikki longur partur av hópinum hjá EB/Streymi, nú flytingarvindeygað er latið upp aftur, og B36 hevur trupulleikar við skaðum í verjupartinum. Poul G. Olsen hevur verið úti við skaða síðani 2. umfar, meðan Arnbjørn Hansen hevur verið á vøllinum seinastu tveir dystirnar. Argjamaðurin í EB/Streymi, Teitur Olsen, er aftur tøkur eftir leikbann. AB er framvegis Rógva Poulsen og Hans Jákup Anfinnson fyriuttan, men Eli Christiansson, ið er komin aftur úr Danmark fyribils, verður nú tøkur. 

Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum.

8. umfar í Betrideildini
Týskvøldið 16.06: 
(18.00): AB - EB/Streymur
(19.00): B36 - NSÍ

Mikukvøldið 17.06: 
18.00: Skála - TB
19.00: HB - KÍ 
           Víkingur - ÍF

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (16 stig) 
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) 
8. TB (2 stig) 
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder