13 av teimum 23 spælarunum sum vóru á listanum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen í gjár, tá A-landsliðið til fyrstu Nations League-dystirnar var úttikið, spæla dagliga uttanlands.
Fleiri eru farnir seinastu árini, og skiftini, sum hava verið, hava verið uppeftir.
Seinasta vikuskifti gekst væl hjá nógvum av spælarunum. Her eru nøkur hæddarpunkt:
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Næstbesta deildin í Danmark)
Liðið hevur havt tað heldur tungt higartil í ár, men vann leygardagin fyri aðru ferð uppá trý umfør. Tað var føroyski landsliðsvongurin, sum við góðari renning og betri skoti efti tíggju minuttir skoraði einasta málið í dystinum.
Tað hjálpti eisini Hillerød, at AB fekk reytt kort beint fyri steðgin. Poul Kallsberg varð útskiftur í 64. minutti - maðurin úr Kolbeinagjógv kom á vikuliðið í Betina-deildini. 23-ára gamli vongurin kann fáa størri leiklut, nú Árni Frederiksberg ikki longur er á landsliðnum.
Til ber at síggja málið hjá Poul her
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Besta deildin í Svøríki)
20-ára gamli miðvallarin er byrjaður inni seks dystir á rað fyri lið sítt, sum stendur seg væl sum uppflytari - og Mattias stendur seg eisini væl. Fyrrverandi B36'arin er fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum, og hesi boðini fekk hann stutt eftir flottan 4-1 sigur hjá Västerås í Stokkhólm. Ungi føroyingurin spældi beint yvir ein tíma, tá AIK varð sett uppá pláss
Sí eisini: Mattias Hellisdal: - Ikki veruliga gingið upp fyri mær enn
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Besta deildin í Slovenia)
Havnarmaðurin hevði eitt frálíkt landsliðsheyst í 2025 og er farin úr næstbestu deildini í Slovenia upp í tí bestu. Har spælir Hanus Sørensen nógv - millum annað sum vongbakkur. Í 6-1 sigurin á Mura sunnudagin legði Hanus upp til eitt mál. Skjóti og arbeiðssami maðurin verður ógvuliga týðandi fyri Føroyar næstu tíðina.
Samuel Johansen Chukwudi, SV Reid (Besta deildin í Eysturríki)
Sterki miðverjin hevur tikið fetið upp - úr finsku deildini til tí í Eysturríki. Har spælir Samuel millum annað móti RB Salzburg, sum ofta er í Champions League. Reid, sim liggur niðarlaga, stríddi seg til javnleik móti stórfelagnum fríggjakvøldið., Samuel Chukwudi spælir vanliga fullan dyst og gjørdi tað eisini hesaferð. Hann fer mest sannlíkt at fáa fitt av minuttum, hóast Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson man vera fyrsta ketan i miðverjuni.
Júst Gunnar Vatnhamar var við at halda málið reint fyri Vejle í Hobro fríggjadagin. Vejle, nýggja felagið hjá leirvíkinginum, er oddalið í næstbestu donsku deildini.
Málverjin Mattias Lamhauge er fyrsti málverji hjá liðnum hjá Magna Hoseth, sum vann á Sandnes Ulf um vikuskifti og kappast um uppflyting til bestu norsku deildina.
Adrian Justinussen spældi ein hálvleik í Parkini fríggjakvøldið móti FCK.
Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald