- Hetta er ein dreingjadreymur, sum nú er vorðin veruleiki. Tað størsta fyri ein føroyskan fótbóltsspælara er at sleppa at umboða A-landsliðið, so eg varð sjálvandi sera fegin, tá boðini komu. Tað er framvegis ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn.
Soleiði sigur Mattias Hellisdal við heimasíðuna hjá FSF, stutt eftir at hann hevði fingið boðini um úttøkuna.
Les eisini: Mattias Hellisdal er spildurnýggjur á A-landsliðnum
20-ára gamli havnarmaðurin, við uppruna í B36, skifti til Västerås SK í Svøríki fyri einum ári síðani. Liðið flutti stutt eftir upp í fremstu svensku deildina, og seinastu mánaðirnar hevur Mattias Hellisdal spælt nógv.
![]()
Mattias Hellidsdal eftir at uppflytingin og 1. plássið í Superettan 2025 var tryggjað (Mynd: Västerås SK)
Mattias Hellisdal í evropeiskum dysti fyri B36 á Tórsvølli í 2024. Møguliga verður hann at síggja í landsliðsblusuni á Tórsvølli um stutta tíð (Mynd: Sverri Egholm)
Tekniskt dugnaligi miðvallarin er byrjaður inni í seinastu seks Allsvenskan-dystunum. Västerås SK hevur vunnið tríggjar av hesum dystunum - seinast leygardagin í Stokkhólmi har Mattias og teir vunnu 4-1 á AIK.
Í hesum tíðarskeiðnum hevur ungi føroyingurin skorað eitt mál, lagt upp til tvey og víst seg væl fram. Og hóast Mattias Hellisdal framvegis hevur aldur til U21-landsliðið, so eru boð eftir honum longuri uppi. Eyðun Klakstein hevur úttikið miðvallaran komandi dystir í UEFA Nations League móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.
U21: Áki og Mattias ikki tøkir - men Ólavur kann hava Aron við sær
Hoyr eisini: Eyðun Klakstein: - Hendan avbjóðingin fer at krevja nógv av okkum
Fleiri spælarar, sum hava spælt mitt á miðjuni á landsliðnum seinastu árini, eru ikki tøkir. Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen og René Shaki Joensen eru allir skaddir, og Hallur Hansson er í fyrstu syftu standby - hann er eisini darvaður av skaða.
Harvið gevur hetta pláss til ungar spælarar, sum hava staðið seg væl: Mattias Hellisdal er ein, og Emil Weihe Joensen skal eisini við til kappingardystir á fyrsta sinni. NSÍ-miðvallarin var við til Baltic Cup-venjingarkappingina í juni.
Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
* Fyrstu ferð á A-landsliðnum
Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum, at eitt 24. pláss stendur opið, og at onkrar broytingar kunnu koma millum dystirnar, tí talan er um so drúgt tíðarskeið.
-----------------------------------------------------------------
Her sæst dystarskráin hjá Føroyum næstu tíðina. UEFA hevur koyrt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil eru fýra dystir innan ellivu dagar á skránni.
26. sept.
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. sept.
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)
2. okt.
Føroyar – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar (Astana / 15:00)
Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald