
Bolt.fo skrivar í dag, at ein miðvallarleikari í løtuni er til royndarvenjing í NSÍ.Talan er um 26 ára gamla Peder Nersveen, sum er úr Noreg.
Í fjør spælda hann við HamKam í næstbestu norsku deildini; tað er felagið, ið Odmar Færø fyri stuttum skifti til.
Bolt.fo upplýsir at hann mest hevur spælt sentralur miðvallarleikari, men fyrr hevur hann rølt plássi sum høgri bakkur. Í HamKam hevur hann verið út og inn av liðnum.
NSÍ misti Karl Løkin í summarsteðginum í fjør, og tað er einki ið bendir á, at Fróði Benjaminsen aftur fer at umboða felagið komandi kappingarár. Guðjón Þórðarson segði við 3-2 í vikuni, at hann hevur radaran úti eftir nýggjan til liðið, men at talan skal vera um veruligan styrk, um tað skal gerast veruleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald