U18-hondbóltslandsliðið hjá monnum er nú farið undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið í Montenegro í august komandi ár.
Norska U18-landsliðið kemur á vitjan í komandi viku at spæla tveir venjingardystir móti Føroyum.
Fyrri dysturin verður í Høllini á Hálsi hósdagin 4. november klokkan 19.30, og seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardgin 6. november klokkan 18, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.
Á U18-landsliðnum vera hesir:
Málverjar:
Tórstein Sivertsen, H71
Leivur Joensen, EB
Aleksandar Lacok, VÍF
Útileikarar:
Rókur Ziskason, H71
Helgi Poulsen, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgni Heinason, H71
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Fríðriksson, EB
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rói Thomsen, H71
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Óli Mittún, H71
Búi Poulsen, StÍF
John Skaalum Vilhelm, H71
Rói Haldansen, Neistin
Rói Seyer Hjaltalin, H71
Marcus Bramsen, GOG
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Philip Harper Müller, VÍF
Venjarar eru Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald