28. umfar í Premier League varð leikt í miðvikuni, og nú í vikuskiftinum er 29. umfar á skránni. Í dag verða sjey dystir leiktir:
12.30: Tottenham - Arsenal (TV3+/Viaplay)
15.00: Bournemouth - Manchester City
Brighton - Huddersfield
Burnley - Crystal Palace
Manchester United - Southampton (6'eren/Viaplay)
Wolves - Cardiff
17.30: West Ham - Newcastle (6'eren/Viaplay)
Tann fyrsti dysturin á leikskránni vekir mest áhuga. Manchester City kann leggja seg á odda við sigri í Suðuronglandi, har ein týðandi botndystur eisini er á skránni. Tað er eisini ein slíkur í Burnley, og á Old Trafford er tað liðið hjá Solskjær, ið stríðist fyri fjórða plássinum móti Southampton, ið fekk ein umráðandi sigur í botnstríðnum mikukvøldið. Men hóast alt hetta er tað í London, at brakið er á skránni.
Tað plagar at vera ógvuliga inntenst, tá Tottenham og Arsenal hittast, og tað var tað eisini, tá liðini spældu tíðliga í desember á Emirates leikvøllinum. Liðini fingu bæði bót, tí tað bleiv rok, tá Tottenham javnaði 1-1. Heimaliðið vann tó uppiborið 4-2 í einum undirhaldandi dysti. Stórar tvær vikur seinni vann Tottenham 2-0 á sama leikvølli í Carabao Cup kvartfinaluni.
Bert fýra stig skilja liðini á stigatalvuni, og eftir tvey tap á rað hjá Tottenham eru tey trý liðini aftanfyri komin tættari uppá. Um Arsenal vinnur í dag, og United og Chelsea eisini fáa fult í vikuskiftinum, so er Champions League-plássi hjá Tottenham veruliga hótt. Hetta er hóast tað, at Harry Kane er komin aftur. Møguleikin fyri meistaraheitinum er sera nógv minkaður hjá Tottenham, meðan Arsenal hevur vunnið tríggjar dystir á rað.
Hjá Tottenham eru Dele Alli (baklær) og Eric Dier (sjúka) framvegis úti. Jan Verthongen, ið misti dystin ímóti Chelsea, er ivasamur, og tað er Harry Winks. Hjá Arsenal eru nakrir leikar, mest týðandi Bellerín, langtíðarskaddir. Laurent Koscielny er allarhest tøkur. Tottenham er lítil favorittur á pappírinum, og lagt er upp til ógvuliga spennadi dyst.
Støðan:
1 |
Liverpool |
|
69 stig |
2 |
Manchester City |
|
68 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
60 stig |
4 |
Arsenal |
|
56 stig |
5 |
Manchester United |
|
55 stig |
6 |
Chelsea * |
|
53 stig |
7 |
Watford |
|
40 stig |
8 |
Wolverhampton |
|
40 stig |
9 |
Everton |
|
36 stig |
10 |
West Ham |
|
36 stig |
11 |
Leicester |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Newcastle |
|
31 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
30 stig |
15 |
Burnley |
|
30 stig |
16 |
Brighton & Hove Albion * |
|
27 stig |
17 |
Southampton |
|
27 stig |
18 |
Cardiff |
|
25 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald