Fyrsti dysturin í 4. umfari í Betrideildini varð leiktur við Løkin fyri lítlari løtu síðani. Tvey av liðunum ið vilja bjóða av í oddinum hittust, og talan gjørdist um ein hendingaríkan dyst. Hetta er ikki óvanligt, tá NSÍ og Víkingur bresta saman, og vit fingu seks mál, eitt reytt kort og nógvan inntensitet og málmøguleikar.
Tað hendi ikki so nógv fyrstu løtuna. NSÍ sat eitt sindur meira á spælinum og royndi at byggja spælið upp, meðan víkingarnir meira lógu og bíðaðu og satsaðu uppá umstillingar. Bæði liðini høvdu nakrar fínar støður, og Jann Benjaminsen hevði eina góða frísparksroynd. Leiðslumálið kom miðskeiðis í 2. hálvleiki. Ein bóltur varð spældur upp ígjøgnum vøllin, hann endaði hjá Jann Martin Mortensen beint uttanfyri brotsteigin, ið vísti yvirblik og hegni og fann Klæmint Olsen, ið var tryggur mitt fyri málinum.
Eftir 1-0 málið bendi einki á, at NSÍ fór at byrja eina málveistlu áðrenn hálvleik, hóast runavíkingar vóru omaná. Men liðið hjá Guðjóni þórðarssyni vísti effektivitet, og Vìkingur fall saman. Fyrst var Jann Martin Mortensen á blettinum, tá bólturin datt til hann í brotsteigin, og eyðsýndi miðvallarin var eisini innblandaður í 3-0 málið nakrar minuttir seinni, ið Klæmint stútaði væl inn eftir innlegg frá Pæturi Hentze úr høgru.
Ímillum 2-0 og 3-0 málini hevði Bagge skift Gert Hansen, ið byrjaði inni fyri fyrstu ferð í ár, og serbiska mðvallaran Milan Svojic út. Leikarin sum kom inn fyri Svojic, Pól Enok Hansen, gjørdi brotsspark móti Klæminti stutt fyri hálvleik. Metmaðurin í føroyskum fótbólti tekur vanligt brotsspark fyri NSÍ, men ístaðin fyri at fáa møguleikan at fullføra sítt hattrick, var tað Jann Martin ið skeyt, og hann skoraði trygt.
Tað sá út til, at alt var avgjørt við Løkin, eftir at dysturin var hálvrunnin. Men Víkingur vísti góðan hugburð eftir eina vónleysa seinnu hálvu av 1. hálvleiki. Beinanvegin í 2. hálvleiki fekk Andreas Lava Olsen stútað bóltin inn við aftastu stong eftir frísparksinnlegg. Víkingur legði nógv fyri, NSÍ varð trýst aftur, og so fekk Pól Jóhannus Justinussen sítt seinna gula kort fyri at blaka bóltin vekk. Útiliðið rakti stongina, Tórður hevði stórbjarging, og teir í gulum ruddaðu í fleiri førum burtur. NSÍ stóð væl ímóti og fekk riðið stormin av. Seinastu løtuna var tað greitt, at Víkingur ikki fekk framt eitt comback. Lawal fekk minkað í yvirtíðini, men annar ósigurin á rað var veruleiki hjá liðnum í Eysturkommunu.
Talan hevur verið um tveir truplar útidystir á rað hjá Vìkingi, og liðið hevur ikki staðið royndina. Sjey mál eru farin inn, og 20 minuttir í 1. hálvleiki í dag kostaði tað ímóti einum NSÍ-liðið, ið hekk væl saman og vísti kynsimu og dygdir í dag. Runavíkingar svarðaðu aftur eftir vónbrotið á Skála fyri viku síðani, og liggja nú væl fyri við sjey stigum. Sámal Erik Hentze fekk ikki stig í sínari afturvendan til Runavíkar, og tað sást í dag, at liðið saknaði liðformannin Atla Gregersen, ið hevði leikbann.
NSÍ - Víkingur 4-2 (4-0)
1-0 '23 Klæmint A. Olsen (Jann Martin Mortensen)
2-0 '33 Jann Martin Mortensen
3-0 '39 Klæmint A. Olsen (Pætur Hentze)
4-0 '43 Jann Martin Mortensen br. (Klæmint A. Olsen)
4-1 '48 Andreas Lava Olsen
4-2 '90 Adeshina Lawal
Reytt kort: Pól Jóhannus Justinussen
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Pætur Hentze, Oddur Árnason Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen - Peder Nersveen, Magnus H. Olsen (Betuel Hansen), Jann Martin Mortensen (Per Langgaard - Búi Egilsson (Bárður Jógvansson Hansen), Klæmint Andrasson Olsen, Jann Benjaminsen
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen, Gert Hansen (Elias Lervig), Vukasin Tomic, Gunnar Vatnhamar, Hanus Jacobsen - Milan Svojic (Pól Enok Hansen), Heðin Hansen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar (L), Dion Splidt (Filip Djordjevic) - Adeshina Lawal
Støðan:
1. B36 (9 stig)
2. NSÍ (7 stig) *
3. Skála (6 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. HB (5 stig)
6. Víkingur (4 stig) *
7. TB (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)
*Ein dyst fleri
Skráin í morgin:
4 | 07.04.19 | 15.00 | TB | EB/Streymur | |
4 | 07.04.19 | 15.00 | B36 | HB | |
4 | 07.04.19 | 16.30 | ÍF | KÍ | |
4 | 07.04.19 | 17.00 | AB | Skála |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald