Fótbóltur

NSÍ bjargaði sær stig í yvirtíðini í Gundadali

B36 var betra liðið í oddadystinum, har tað var rótut, men inntenst og spennandi heilt til seinasta bríksl.

Michal Pryzbylski legði B36 á odda, men tað var akkurat ikki nóg mikið, tí Jóhan Troest Davisen javnaði í yvirtíðini (Mynd: Bjarni Enghamar)

Michal Pryzbylski legði B36 á odda, men tað var akkurat ikki nóg mikið, tí Jóhan Troest Davisen javnaði í yvirtíðini (Mynd: Bjarni Enghamar)

2019-06-22 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til ein spennandi og góðan fótbóltsdyst í Gundadali, tá B36 og NSÍ hittust og harvið settu 14. umfar í Betrideildini í gongd. Tað var eisini allatíð spenningur um úrsliti, hóast B36 kom á odda um miðjan fyrra hálvleik og var nógv meira vandamikið. Tað var eisini B36, ið stóð fyri góða fótbóltsspælinum, men hetta var bert til tíðir. Annars var talan um ein rótutan dyst - serliga í 2. hálvleiki. Teir á heimaliðnum er 

B36 byrjaði betri og spældu væl. B36 spældi uttan ein veruligan "9'ara"; Brian Jacobsen var á bonkinum tað mesta av dystinum, og tað vóru Lukasz og Michal, ið stóðu fyri tí álopskenda sentralt hjá B36. Hetta eydnaðist væl í fyrra hálvleiki, har leikararnir við póllendskum uppruna kombineraðu væl; m.a. eisini við Árna Frederiksberg, ið spældi ein góðan dyst ímóti sínum gamla felagið. Tað var serliga Lukas, ið var eyðsýndur fyri steðgin. Tórður noyddist at gera tvær góðar bjargingar fyrstu tjúgu minuttirnar.

Stutt eftir seinna góða møguleikan fekk heimaliðið hol á. Árni spældi væl ígjøgnum til Michal, ið fekk skot á, ið varð bjargað av Tórða í fyrstu atløgu, men fyrrverandi NSÍ-leikarin fylgdi sjálvur upp, og so var 1-0. NSÍ megnaði ikki at svara aftur hinvegin, og útiliðið hevði sera lítið at bjóða uppá frameftir. Tað var tættari at gerast 2-0: Árni hevði møguleika stutt fyri hálvleik eftir umstilling, ið Tórður bjargaði og beint áðrenn seinastau bríksl var duppultmøguleiki, har Lukasz var íblandaður, og har Jónas Tór síðani rakti stongina.

Í hálvleikinum noydust bæði liðini at skifta landsliðsleikara út. Andrias Eriksen kundi ikki halda fram í miðverjuni hjá B36, men hjá NSÍ var smeiturin størri. Klæmint Andrasson Olsen, ið hevði skorað 12 mál í undanfarnu seks dystunum fyri NSÍ, kom ikki útá vøllin til 2. hálvleik. Runavíkingar megnaðu eisini sjálvdan at hótta, og B36 var í nøkrum førum nær við at javna. Stongin bjargaði aftur NSÍ, og so var Árni aftur nær við við einari góðariskortroynd stutt uttanfyri brotsteigin.

Tað var annars sera rótut eftir steðgin; serliga fyrsu tjúgu minuttirnar. Har vóru nógvar ónollur og nógv kegl millum leikarar - tað sást at fleiri leikarar á báðum liðum Heili ellivu gult kort vórðu givin av Alex Troleis, og seks gul kort komu innan tíggju minuttir. NSÍ fekk tó hugsavna seg um eitt trýst heilt til endans. Útiliðið hevði spælt beinleiðis allan dystin, og í yvirtíðini vóru miðverjarnir frammi við, og Bárður Hansen slapp at leggja eitt av sínum góða innleggum. Hetta gav úrslit, tí eftir at Búi Egilsson ikki ordliga rakti bóltin, so fylgdi Jóhan Troest Davidsen upp, og fyrrverandi HB-liðskiparin kundi fegnast frammanfyri HB-skýlinum, eftir at hava tikið tvey stig frá B36.

Útiliðið kundi harvið fegnast, heimaliðið irða seg og seinni í kvøld kann KÍ økja um munin í oddinum. B36 og NSÍ fara nú í summarferiu frá Betrideildini og skulu nú hugsavna seg um Europa League.

Betrideildin - 14 umfar
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
21' Michal Przybylski 1-0
92' Jóhan Troest Davidsen 1-1

B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen – Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen (46' Bjarni Petersen) Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (72' Hugin Samuelsen) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen – Lukasz Cieslewicz
Gul kort: Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard, Erling Jacobsen, Magnus H. Jacobsen, Michal Przybylski

NSÍ (4-1-4-1): Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze –  Peder Nersveen - Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen (61' Betuel Hansen), Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen (46' Jann J. Benjaminsen)
Gul kort: Jóhan Troest Davidsen, Jann Martin Mortensen, Petur Knudsen, Tórður Thomsen, Bárður Hansen, Jann Benjaminsen



18.30: TB - KÍ

23/6 (í morgin):
AB - Víkingur 
EB/Streymur - ÍF
Skála - HB

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) 
2. NSÍ (32 stig) *
3. B36 (31 stig) *
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder