Fótbóltur

NSÍ er nýtt oddalið

NSÍ koppaði TB á heimavølli, og við sínum sjeynda sigri á rað er liðið úr Runavík nú oddalið.

2019-06-01 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 12. umfari varð leikur fyri løtu síðani við Løkin. TB, sum liggur á einum tryggum sjeynda plássi, skuldi royna at steðga sigursrøðini hjá NSÍ. Men Klæmint Olsen og co. knógvaðu TB, ið annars helt spenninginum í dystinum leingi.

Tað var júst toppskjúttin í Betrideildini, ið fekk hol á um miðjan fyrra hálvleik. Heimaliðið økti smáar tíggju minuttir seinni, og harvið vóru teir í gulum og svørtum á veg móti enn einum tryggum sigri.

TB fall tó ikki í fátt og stríddi seg innaftur í dystin. Ndende minkaði um munin, og TB søkti at fyri at fáa útjavnandi málinum. Men tað var innskifti vágbingurin, Búi Egilsson, ið sló til tíggju minuttir fyri leiklok og tryggjaði harvið NSÍ sítt triðja mál, trý stig, sjeynda sigurin á rað og oddasessin í Betrideildini.

Liðið hjá Guðjóni Tórðarssyni hevur møguliga bert oddasessin til láns, tí KÍ tekur ímóti AB. Men NSÍ váttaði enn einaferð, at liðið er sera væl fyri og væl við í stríðnum um meistaraheiti.   

12. umfar í Betrideildini - Við Løkin í Runavík: 
NSÍ - TB 3-1 (2-0)
24' Klæmint A. Olsen 1-0
33' Pól Jóhannus Justinussen 2-0
57' Ndende Adama Guéye 2-1
80' Búi Egilsson 3-1

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (28 stig) 
2. KÍ (26 stig)
3. B36 (24 stig) 
4. Víkingur (23 stig) 
5. HB (18 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 
 

Í morgin: 
Víkingur-Skála
HB-EB/Streymur
ÍF-B36
KÍ - AB

*Allir dystirnir byrja klokkan 15.00, uttan dysturin í Klaksvík 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder