Í annaðkvøld byrjar 18. umfar í Betrideildini við einum braki, tá KÍ tekur ímóti Víkingi á Summar Festival. Tað verður væntandi góðveður í Klaksvík og yvir 1000 áskoðarar við Djúpumýru, har liðini skulu spæla um sera umráðandi stig í oddinum.
Umfarið endar eisini við einum oddadysti. Upprunaliga skuldu NSÍ og HB spæla klokkan 15.00, tá hinir tríggir dystirnir sunnudagin verða, men NSÍ hevur, sambært in.fo, valt at flyta dystin til klokkan 19.00:
- Tað er fyri at ikki hava alt í senn. Vit vilja geva fólkið møguleikan at síggja dystin, og síggja fleiri dystir ein sunnudag. Tað er eisini eitt ynski frá venjaratoyminum, so teir kunnu síggja aðrar dystir,
Hetta sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ, við Sosialin. Hann heldur, at tað er óahugavert at bert síggja ein dyst hvønn sunnudagin, og at dystur i Føroyum skuldu ligið á meira ymiskum tíðspunkum, eins og í til dømis í Danmark.
Dysturin sunnukvøldið hevur ógvuliga nógv at siga og við botnbrakinum á Argjum, afturat oddadystinum í Klaksvík í morgin, er talan um eitt óhugnaliga spenanndi og týdningarmikið umfar - bæði í oddi og botni
18. umfar:
Fríggjadagin 09.08:
(18.15): KÍ-Víkingur
Sunnudagin 11.08:
15.00:
AB-ÍF
TB-Skála
B36-EB/Streymur
19.00:
NSÍ-HB
Støðan:
1. KÍ (35 stig) 15 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 17 dystir
4. B36 (35 stig) 15 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald